Sjómans- og Maskinmeistaraskúlin, sum í mong ár hava givið føroyskum sjómonnum vón og møguleika, um eina betri arbeiðsframtíð, verður nú skerdur.
Í Føroyum hevur sjóvinnan verið álitið í mong ár. Túsundtals føroyingar og mangar eru familjurnar, sum gjøgnum tiðna hava sett sítt álit á sjógvin. Nú tíðirnar versna hevði tað einasta rættað verið, at ment útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum, ikki skert tær. Við at menna útbúgvingarnar, høvdu vit eggja fleiri at nomi sær útbúgving í Føroyum heldur enn uttanlands.
Alt bendir tó á, at tað sum eitur útbúgving, er fíggindin hjá samgonguni. Ein skuldi ikki trúð at málsøkið yvirhøvur, hevði nakað Landsstýrisfólk. Har er einki gott komið frá enn, at klippa snórar og handa blómutyssi, tað dugir hon tó.
Formaðurin í fíggjarnevndini kallar niðrandi tey við útbúgving fyri akademikarnar í Havn, eg spyrji bara, skulu lærarar og næmingar á Vinnuháskúlanum nú eisini í henda sama pottin hjá formanninum í Fíggjarnevndini?
Lærarar sigast upp, útbúgvingar niðurleggjast, færri næmingatal, er hetta visiónin sum skal gera okkum til heimsins besta land í 2015?
Nei, eg kundi ikki annað enn vera samdur við manninum í svimjihøllini.










