Hann makar vindin seinnapartin í morgin

Eitt djúpt lágtrýst millum Føroyar og Ísland gevur regn og nógvan vind í Føroyum. Í morgin fer lágtrýstið spakuliga í ein landnyrðing eystan og fyllist. Sunnudagin fer eitt nýtt lágtrýst, á veg í ein eystan, beint yvir ella tætt framvið Føroyum. Í næstu viku fara veik brúgvaløg væntandi at nærkast Føroyum av vestri.

 

Veðrið í dag

Hvassur vindur upp í storm av útsynningi, 15 til 23 m/s, stundum upp í kolandi storm ella ódn í hvirlunum, 30 til 35 m/s, harðast norðanfyri. Fyrst regn, seinni klárar í, tó okkurt æl, lutvíst sum vátaslettingur ella kavi í fjøllunum. Hitin um 7 stig. Út á náttina fer hann at minka vindin. Samdrigið og okkurt æl, lutvíst sum vátaslettingur ella kavi í fjøllunum. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Í morgin

Hvassur vindur upp í storm av vestri, 15 til 23 m/s, í hvirlunum upp í kolandi storm, 30 m/s, sum út á dagin makar í stívt andøvsgul upp í hvassan vindav útsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella heglingur. Hitin um 5 hitastig. Um kvøldið og náttina minkar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella kavi og hitin millum 1 og 5 stig.

 

Sunnudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sunnanfyri eitt skifti upp í skrið, 20 m/s, og harðar hvirlur. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella heglingur. Hitin um 5 stig. Um kvøldið og náttina hækkar hann vindin í ein útnyrðing og minkar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Framvegis okkurt æl, lutvíst vátaslettingur ella heglingur og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Mánadagin

Lot til andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 2 til 7 m/s, sum út á dagin lækkar í útsynning og móti nátt øtlar í andøvsugl upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, men um náttina meiri skýggjað og regn ella sirm. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Týsdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum hækkar í ein vestan og minkar vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, seinni øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi. Skýggjað og eitt skifti regn, seinni klárar í, men um náttina er aftur skýggjað og nógv regn. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 9 stig.

 

Mikudagin

Hann øtlar vindin stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, seinni vestri og so eitt skifti minkandi vindur. Fyrst skýggjað og samregn, seinni klárar í eitt skifti, tó okkurt æl. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 10 stig.