Hann kennir einki til vina- og kenningapolitikk

Hann hefti seg ikki við hvør tað var, sum fekk kvotur

– Eg kenni einki til, at tingfólk í samgonguni, ella í andstøðuni, hava verið uppi í umsóknum um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir.

 

Tað ger Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, púra greitt. Herfyri gjørdi hann av, hvør skuldi fáa kvotur til vinnuligar royndir og summa staðni hevur tað elvt til stóra misnøgd. Eitt nú verður víst á, at tinglimir hjá samgonguni eru beinleiðis upp í feløgum, sum hava fingið kvotur.

 

Eitt nú er ført fram, at Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum er advokatur hjá einum felagi, sum hevur fingið kvotu og at hann eisini er systkinabarn ein oddamann í einum felag, sum hevur fingið kvotu. Tað er eisini ført fram, at Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, er partaeigari í felag, sum hevur fingið kvotu. Somuleiðis er tað upplýst, at Uni Rasmussen úr Fólkaflokkinum er beiggi stjóran á Tavuni, sum fekk kvotur.

 

Hetta hevur fingið tinglimir í samgonguni, serliga Høgna Hoydal, at rópa seg upp á korruptión og tí hevur hann spurt landsstýrismannin um hesi viðurskifti.

 

Jacob Vestergaard sigur, at hann kennir einki til, at tingfólk í samgongu, ella í andstøðu, hava verið uppi í umsóknum, hvørki so ella so.

 

– Eg eri heldur ikki vitandi um, at tingfólk í samgonguni, sum eisini er advokatur í sínum privata arbeiði, hevur verið advokatur hjá umsøkjarum, sigur hann.

 

Jacob Vestergaard sigur, at tað er almenn vitan, at ein einstakur løgtingsmaður hevur eitthvørt tilknýti til eitt felag, sum hevur søkt um og fingið játtað kvotu til vinnuligar royndir og verkætlanir.  Somuleiðis eri hann vitandi um, at ein leiðandi persónur á ávísum fiskavirki, sum hevur fingið játtað kvotu, er bróður ein løgtingsmann.

 

Hann hevur eisini hoyrt, at ein ávísur løgtingsmaður er systkinabarn ein av umsøkjarunum. Hann minnist ikki, hvar hann hevur hoyrt tað og hann veit heldur ikki um tað passar.

 

– Samband ímillum umsøkjarar, og løgtingsmenn, hava tó, á ongan hátt, havt ávirkan á mína viðgerð og niðurstøðu í hesum máli, sigur Jacob Vestergaard.