At Paul Watson ikki er sum fólk flest sannaði ein skúlaflokkur úr Hoydølum, sum stóð andlits til andlits við Paul Watson fyrstu ferð hann vitjaði í Føroyum.
Í Sosialinum í dag er frásøgn um næmingar í Hoydølum, sum saman við læraranum Zakariasi Wang vitjaði umborð á skipinum »Sea Shepherd«, fyrstu ferð felagsskapurin Sea Shepherd vitjaði í Føroyum. Tað var í august í 1985.
Skipið lá fyri akker út fyri Boðanesgjógv í Nólsoyarfirði, tá flokkurin vitjaði umborð.
Dagurin var tann 22. august í 1985. Paul Watson tók sjálvur ímóti næmingunum.
Eingin teirra kendi hendan 34 ára gamla mannin frammanundan. Høvdu hvørki sæð ella hoyrt um hann áður. Sosialurin hevði vitjað umborð, og á forsíðuni á Sosialinum stóð, at »tit sleppa ikki at drepa ein grindahval afturat«.
##med2##
Hetta vildu næmingarnir frætta meira um.
Og Watson greiddi eldhugaður frá – og tað sum næmingarnir serliga ógvaðust við var, at hann segði seg vera vinmann við ein bóghvítuhval. Hann plagdi at svimja saman við honum og leggja armin inn í kjaftin á honum. Og so legði hann afturat, at hesin hvalurin var í ferð við at skriva eina bók...
Meira er at frætta í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldara kunnu lesa á www.sos.fo
##med3##