Hann kann kosta landinum nógvar pengar

Avgerðir hjá honum kunnu kosta landskassanum eitt stórt endurgjaldskrav, heldur Jørgen Niclasen

 

Hetta kann koma at kosta landskassanum nógvar pengar.

 

Tað heldur Jørgen Niclsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, og formaður floksins.

 

Hann hevur kært Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, fyri Landsstýrismálanevndini, tí hann heldur, at hann hevur borið seg ólógliga at.

 

Tað, Jørgen Niclasen heldur, at Høgni Hoydal hevur gjørt ólógliga, er, at landsstýrismaðurin hevur givið nøkrum skipum loyvi at fiska, men síðani hevur hann tikið loyvini aftur

 

Í hesum sambandi vísti hann á, at nótaskip fingu eina makrelkvotu hjá ES, og fingu rætt til at fiska 22.781 tons av makreli, og hesi tonsini vórðu býtt ímillum skipini.

 

Nótaskipini fingu sostatt eina bindandi tilsøgn frá Høgna Hoydal, og skipini hava lagað seg til hesa tilsøgn, heldur Jørgen Niclasen.

 

Somuleiðis fingu nótaskipini framíhjárætt at fiska makrel hjá ES.

 

– Nótaskipini fingu øll fiskiloyvi, har tað var tilskilað, hvussu nógv hvørt skipið kundi fiska av makreli hjá ES, sigur hann.

 

Men síðani hevur Høgni Hoydal tikið ein part av hesum rættindum aftur, sigur Jørgen Niclasen.  

 

– Framíhjárætturin hjá nótaskipum at fiska makrel í ES sjógvi, er tikin frá teimun aftur og nøgdin, nótaskipini fingu rætt til at fiska í ES sjógvi er minkað 1.500 tons.

 

Jørgen Niclasen sigur, at ein fyrisitingarlig tilsøgn um eitt fiskiloyvi bindandi, og kann ikki takast aftur.

 

– Verður slík tilsøgn tikin aftur, kann tann sum verður raktur av slíkari avgerð, krevja endurgjald frá landskassanum, sigur Jørgen Niclasen

 

Hann nevnir skipið, Jógvan S, sum dømi, har landskassin varð dømdur at rinda stórt endurgjald fyri at hava tikið fiskirættindi, skipið hevði fingið, aftur.