Hann kann ikki lova nakað

Vit mugu lata meiri stuðul til at gera filmar fyri, sigur Helgi Abrahamsen

Eg kann ikki veita trygd fyri, at sendirøðin, Trom, verður tikið upp í Føroyum. Tað endurtekur Helgi Abrahamsen landsstýrismaður í vinnumálum enn einaferð.

Sendirøðin, Trom, er bygd á krimisøgurnar hjá Jógvani Isaksen, sum nú eru gjørdar til eina krimirøð í fleiri pørtum. Og tað er ein vælumtókt krimirøð sum er seld fleiri útlendskum sjónvarpsrásum.

Tilsamans kostar filmsrøðin 37 milliónir, men fyri at røðin kann verða tikin upp í Føroyum, er brúk fyri, at Løgtingið játtar fýra milliónir til endamálið. Tina Wagner, stjóri í Filmshúsinum, sigur, at sjónvarpsrøðin, Trom, kann gerast størsta føroyska reklama fyri Føroyum nakrantíð.

Verða fýra milliónir lætnar í stuðuli, verða 16 milliónir brúktar til lønir til sjónleikarar og filmsfólk, gistingar, mat, høli til upptøkur, bilaleigu, og annað. Og nú hevur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurt landsstýrismannin, hvussu støðan er við hesi ætlanini.

Helgi Abrahamsen sigur, at á fíggjarlógini eru bara 200.000 krónur játtaðar til at gera film fyri, og sostatt er ikki lagt upp fyri, at verkætlanir koma mitt í einum ári, sum hava brúk fyri eini upphædd, sum er fleiri ferðir størri.

Tí kann hann heldur ikki veita vissu fyri, at Trom verður tikin upp í Føroyum, sigur hann við Bjørt Samuelsen.

Sendirøðin, Trom, vísir, at játtanin, sum Løgtingið hevur sett í verk fyri at skunda undir føroysku filmsvinnuni, ikki hevur fylgt við menningini í vinnuni.

– Eg fari tí at virka fyri, at játtanin til filmsframleiðslu verður hægri, sigur Landsstýrismaðurin.

Hann sigur, at tað er ikki bara í teirri vón, at Trom kortini kann verða gjørd í Føroyum. Men tað er eisini fyri at tað ikki skal vera landsstýrið, sum hvørja ferð skal gera av, um hesin ella hasin filmurin skal fáa stuðul.

– Avgerðin, um hvørjar framleiðslur lúka treytirnar fyri at fáa stuðul, eigur at vera hjá Filmshúsinum,og tey hava eisini staðiliga mælt til, at játtanin verður økt, sigur Helgi Abrahamsen.

Hann heldur, at filmsvinnan skal takast í álvara, og hon má fáa umstøður, sum gera hana kappingarføra við filmsvinnuna í grannalondunum.

– Akkurat sum skipasmíð verður stuðlað fyri at tryggja kappingarførið, er tað eisini neyðugt, at treytirnar fyri at framleiða film í Føroyum líkjast teimum, sum eru í londunum, sum vit kappast við, sigur landsstýrismaðurin.