Hann kann bjóða Blair av

Iain Duncan Smith tapti álitisatkvøðugreiðsluna í konservativa flokkinum í Bretlandi. Eftirmaðurin skal ikki undir-metast

Við 90 atkvøðum fyri og 75 ímóti samtykti tingmanningin hjá konservativa flokkinum í Bretlandi at koyra formannin, Iain Duncan Smith, frá.
Avgerðin var ikki meiri enn tikin, tá røddir í flokkinum fóru at tosa um, at tann 62 ára gamli Michael Howard átti at taka við sum floksformaður. Hann hevur fyrr verið innanríkisráðharri og er í dag fíggjarpolitiskur framsøgumaður hjá konservativa flokkinum.
Bretsku bløðini vóru í gjár ikki í iva um, at Michael Howard er tann rætti formaðurin. Eygleiðarar siga, at hann er ein skilagóður politikari av tí harða slagnum, og at hann kann gerast ein trupulleiki hjá Tony Blair. Politiskt hoyrir hann til høgravongin í konservativa flokkinum, og floksfelagar hansara siga, at hann er førur fyri at svara Blair, sama um kjakið snýr seg um almennar tænastur ella Irak-kríggið.
- Vit vita, at hann kann bjóða Blair av, og vit vóna, at hann tekur av tilboðnum um formansstarvið, segði ein talsmaður hjá konservativa flokkinum, Liam Fox, í gjár.