Hann ákærir hini

Fyrrverandi forsetin í Jugoslavia, Slobodan Milosevic, helt í gjár sína verjurøða í rættinum í Haag. Hann byrjaði við at siga, at ákærurnar móti honum er tann reina lygn. Hann legði afturat, at tað var altjóða samfelagið, sum oyðilegði Jugoslavia. Hetta skrivar BT týsdagin.