Hann ið tegir hann samtykkir

Mikið rok hevur staðist av, at konservativi flokkurin í Eysturíki hevur gjørt av at taka víðgongda høgraflokkin hjá Jörg Haider við í nýggju stjórnina, sum verður skipað eftir valið, har nær um triðingurin av eysturrísku veljarunum valdu víðgongda høgraflokkin.

 

ES-londini hava gjørt vart við sína ónøgd við, at ein so víðgongdur og fremmandahatskur høgraflokkur skal koma til valdið í Eysturríki, og tey hótta við tiltøkum. Kortini eru nógvar røddir frammi, sum siga, at tað er eysturríkska fólkið, ið ger av, hvør skal stýra landinum. Og rætt hava tey í tí ? men bara til eitt vist.

Fara vit 67 ár aftur í tíðina, so hendi tað sama í Týsklandi. Ein víðgongdur høgrapolitikkari vann fram við sínum flokki, ið hevði somu sjónarmið, sum flokkurin hjá Jörg Haider: Adolf Hitler og naziflokkur hansara. Eins og í Eysturríki í dag kom hann til valdið saman við konservativa flokkinum - eftir eitt demokratiskt val.


Hitler fekk makt sum hann hevði akt - og restina av søguni kenna vit.


Nú vilja kanska fleiri okkara siga, at hetta er so langt síðani, at hetta fer ikki at endurtaka seg. Men søgan endurtekur seg. Vit mugu endiliga ikki halda, at demokratiið í Evropa er komið yvir allar barnasjúkurnar.


Vit hava øll verið vitni til meiningsleysa stríðið á Balkan, har medborgarar okkara - hóast demokratiskt óbúnari - hava dripið frá hond, meðan »framkomnu demokratisku« grannalondini stillisliga hava hugt - og fleiri teirra birt undir eldin við at selja vápn.


Annars kunnu vit bara nevna Norðurírland, gamla Sovjettsamveldið og Ísrael sum dømi um lond, har dráp og fremmandahatur er gerandiskostur.


Hugsjónarfelagi Haiders, Pinochet, ið hevur fleiri túsund mannalagnur á samvitskuni, hevur verið afturhildin í Onglandi seinasta árið. Men stjórnin hjá Tony Blair hevur nú prógvað, at hugsjónin ikki er so sterk, sum vit høvdu hildið og vónað. Bretsku sosialistarnir hava hesa vikuna prógvað, at politikkur og hugsjónir ikki sampakka.


Í staðin fyri at lata hópdrápsmannin fyri ein dómstól, senda teir hann heimaftur til Chile, so hann kann liva restina av ævi síni í tign, heldur enn at lata rættvísi tala.


Pengar og vald sampakka. Pengar lukta ikki. Men hann, ið tegir, hann samtykkir?