Hann, ið ósekur er?

Til Johan Samuelsen

 

Manne Persson


Í bløðunum leygardagin hevði framstandandi javnaðarmaðurin Johan Samuelsen eina áleypandi grein á tjóðveldisfólk. Greinin hevði heitið: Kommunistiskir vegleiðarar ? boðar ikki frá góðum.

Greinin hevur tann boðskapin, at fólkini aftanfyri ja-kampanjuna eru kommunistar..

Men Johan, mær vitandi situr bert ein tingmaður í dag, sum sjálvur hevur útnevnt seg sum kommunist. Hesin er javnaðartingmaðurin Hans Pauli Strøm. Tað gjørdi hann m.a. í Framanum nr. 1 í 1979 á aftastu síðu. HPS sat í blaðstjórnini á Framanum. Eftir hvat teir sjálvir søgdu, so var Framin politiskt tíðarrit fyri sosialismu og sjálvstýri, sum føroyskir sosialistar góvu út. Víðari stendur, at :

? Føroyskir sosialistar? virka fyri stovnseting av føroyskum sosialistiskum Tjóðveldi, sum er tann grundvøllur klassaleysa kommunistiska samfelagið skal byggjast á.

Hendan tingmannin halda tit so nógv av, at tit hava sett hann í Uttanlandsnevndina og Grundlógarnevndina. Tvær sera tungar nevndir, sum eftir tínari hugsan ikki skuldi verið heimabeiti hjá slíkum persónum. Eisini hava tit sett HPS at verða hugmyndafrøðiligan eftirlitsmann á Sosialinum (smb. fyrrverandi blaðfólki).

Ein annan av sama slagi hava tit valt tykkum til næstformann í flokkinum. Tí haldi eg, at Johan heldur skuldi óttast sín egna flokk enn Tjóðveldisflokkin.

Vilt tú hava skjalagoymslurnar eystanfyri kannaðar, bið so Hans Paula leggja uppskotið fram.

Ikki tí, eg haldi ikki, at hesir tú fert so illa við Johan, hava roynst samfelagnum so illa. Tað vóru ikki teir, sum rendu samfelagið á heysin. Teir vóru heldur ikki studningsbarónar ella tóku ímóti hundraðtúsundtals skattafríum krónum fyri at verða valdir í suðri og búgva í Havn. Alt í alt hevur hetta verið hampafólk og góðir samfelagsborgarar.

Johan speirekur eisini fylkingina- Fólk fyri friði- , sum eisini hýsti mongum góðum javnaðarmanni. Boðskapur teirra var hin sami, sum stóð á papptallerkunum, sum m.a. Hans Pauli tveitti omanyvir danskar sosialdemokratar í Fólkatinginum á sinni.

Johan sigur eisini: ? Hóast vit øll onnur vistu hvørjir ræðuleikar valdaðu í kommunistisku londunum fyri eystan_..? . Men Johan, tá tit javnaðarmenn vóru vitandi um hetta, hvat gjørdu tit so við tað. Uppsøgdu tit handilsavtalur og fiskivinnuavtalur, ella lótu tit bara standa til?

Nú er Johan ikki hvør sum helst í Javnaðarflokkinum. Hann røkir mong álitisstørv fyri flokkin. Er hetta, hann skrivar menniskjasýnið og tollyndið í flokkinum, so eiga fólk at hugsa seg fleiri ferðir um, áðrenn tey seta krossin 26.mai.

Skrivandi javnaðarfólk eiga at seta sær sjálvum eins hørð krøv, sum teir seta øðrum.


PS: Heldur tú at Hans Pauli hevði fingið visum til USA, nú Grundlógarnevndin fer hagar?