Hann, ið alist við øsku inni, lítið í leikum dugir!

Tórshavnar kommunuskúli saman við hinum stóru skúlunum í Havnini hava víst vegin. Okkara næmingar eru dugnaligir. Okkara nærmingar trívast í skúlanum. Ikki tí at vit hava bestu karmar at arbeiða innanfyri. Men tí at vit hava hugagóð og dugnalig starvsfólk á okkara skúlum. Starvsfólkið er skúlans besta tilfeingið.

Yvirskriftin er úr Brestis kvæði. Tað er ungi Sigmundur, ið vil fylgja faðir sínum til Dímunar. Brestir svarar honum aftur: "Satt hann sigur, sonur mín”,Brestir tók til orða,"eingin skal hjá ungum alva bragdarhugin forða." Men hesi eru roysnini, ið býráðsmeirilutin í Havnini nú ger.
Í Havnini hava vit í dag fýra 10. flokstilboð. Øll á skúlum, ið hava nýtt orku at fáa hesi at virka á bestan hátt. Misjavnt er tó, hvussu royndirnar hava hildnast. Tí settust fleiri menskir at kjakast um, hvussu vit í Havnini fingu eitt betri 10. flokstilboð. Ùtgangsstøðið var, at ein tvísporaður skúli hevði ov lítið næmigagrundarlag at bjóða eitt munagott tilboð í 10. flokki.
Bólkurin bleiv samdur um at ein nýggj eind skuldi gerast. Ein nýggjur skúli. Eitt tilboð, ið gav donskum eftirskúlatilboðum kapping. Men tilmælið er ikki grundað á veruligar møguleikar. Heldur ikki námsfrøðiligt skynsemi. Tilmælið setir eisini nakrar greiðar fortreytir. Serliga eru tað tankin um, at eindin er sjálvstøðug, ið er berandi.
Hesar treytir eru ikki til staðar. Hvørji ráð eru so at taka. Jú, har var eitt minnilutatilmælið í bólkinum, ið á sinni sat. Hetta tilmælið sigur, at í eini skiftistíð, til ein 10. floksdepil er skipaður sum sjálvstøðug eind í egnum bygningi, áttu vit at havt tvinni 10. flokkstilboð í Havnini. Eitt á Eysturskúlanum, og eitt á Kommunuskúlanum. Hetta er tað tilmælið, ið mestur stirðil er í út frá dagsins fortreytum.
Næmingagrundarlag er til tvinni tilboð. Møguleikarnir eru til tess eisini. Eysturskúlin hevur eina væl virkandi framhaldsdeild við 10. flokki og Kommunuskúlin tað sama. À okkara skúla, Kommunuskúlanum, hava vit entá upplivað tað gleiðiliga, at næmingar av øðrum skúlum hava valt at gevast á skúlanum, tey hava gingið í samfull 9. ár fyri at gerast ein partur av okkara 10. flokseind.
Hetta er tí, at vit seinastu 6 árini hava lagt stóra orku í at menna ein 10. flokk, ið er eitt gott tilboð. Eitt øðrvísi og spennandi tilboð, ið vit námsfrøðiliga kunnu grundgeva fyri. Hetta tilboðið vilja vit framhaldandi geva okkara næmingum. Skúli snýr seg um lærdóm, tann lærdómin, ið vit lærarar kunnu gróðurseta og fáa at spíra í okkara næmingum. Tí eru vit ónøgd við, at 10. verður tikin frá okkum. Meta eisini, at hetta er gjørt á púra skeivum grundarlagi.
Í tíðindasending í útvarpinum kl. 18 hin 5/11-2009, samstundis sum býráðsfundur byrjaði, úttalaði býráðslimur seg um, hví tað er rætt at flyta 10. flokk úr Kommunuskúlanum. Útsøgnin var merkisverd, merkt av vantandi innliti í málið. ”..Skal 10. verða har, mugu vit brúka nógvar pengar uppá útbygging av Kommunuskúlanum. ..Tað er gleðiligt, at teir (næmingarnir) trívast og hava tað gott har.., men tað eru bygningarnir, vit taka okkum av. Skulu vit byggja Kommunuskúlan út her og nú, so mugu vit kanska útseta annars ætlaða Ellisheimið úti við Strond
Tá renna mær eitt annað ørindi úr Brestis kvæði í hug. Hoyr tú Beinir, bróðir mín! hvat ráð skulu vit taka? Hasir eru garpar teir, ið okkum ætla at saka.
Er tað veruliga so, at Tórshavnar kommuna bert hugsar um bygningar? Ikki man so vera. Heldur ikki man grundgevingin halda, at um 10 framhaldandi skal ganga í Kommunuskúlanum, so skal hann dagførast beinanvegin. Tí tað er tað sama sum at siga, at næmingar frá 1. til 9. hava ikki tørv á einum soppafríum skúla. Tað eru bert teir í 10, ið hava rætt til tess. Tí vit hava, sum er, næmingar úr 1. til 10. flokk á skúlanum. Og vit rúmast at vera her, so eg skilji ikki grundgevingarnar.
Leggið ikki saman í óðum verki. Tað passar ikki at hetta fer at kosta okkara gomlu ellisheimið. Tað einasta námsfrøðilig skynsama at gera, er at varveita tvær eindir, til ein 10. depil er stovnsettur, ið setur sína egnu dags og skúlaskrá um nøkrur ár. Tí skúli og skúlaskapur snúgva seg um námsfrøðilig tilboð, trvinað og lærdóm. Ikki bygningar og tómar stovur.
Forrestin, um so nógvar tómar stovur standa á Eysturskúlanum, ið skríggja eftir næmingum, veit eg um ein mentamálaráðharra, ið manglar høli til sínar næmingar, ið ikki sleppa at vara inni í einum øðrum illa viðlíkahildnum bygningi.
Vónandi rennur ikki eitt triðja ørindi úr Brestis kvæði í hug hin 17 .desember, tá býráðið skal taka avgerð í hesum týdningarmikla máli. Tóri runnu tár á kinn, harðnar Sigmunds sinnni: "Grátum ikki frændi mín, vær goymum væl í minni!"