Hann hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í yvir 40 ár. Í september fylti hann 70, og leygarkvøldið verður hann heiðraður í Norðurlandahúsinum – og á internetinum.
Tað er kór – og orkesturleiðarin, tónleikarin og tónaskaldi, Kári Bæk, sum talan er um. Hann byrjaði sína yrkisleið sum kór- og orkesturleiðari, men spældi eisini sjálvur og hesi seinnu árini hevur hann í stóran mun skrivað tónleik. Tey fyrstu verkini hjá Kára vóru útsetingar fyri kór, men seinni hevur hann skrivað ein hóp av tónleiki fyri bæði solistar, ensemble, kór og symfoniorkestur.
Leygarkvøldið verður hátíðarhald í Norðurlandshúsinum í sambandi við at hann fylti 70 í september. Har fara fýra kór, og ein tónleikabólkura pall, har tey fara at syngja og spæla tónleik eftir Kára Bæk, har endamálið er at lýsa virksemið hansara hesi seinastu 40 árini.
Tónleikabólkurin er Aldubáran, og kórini eru Vestmanna Sangkór, Tórshavnar Kamarkór, Tarira og Tórshavnar manskór. Øll hava tey til felags, at Kári hevur skrivað teimum tónleik, og hann hevur eisini stjørnað øllum kórunum.
Norðurlandahúsið er longu fullsett til hátíðarhaldið, sum verður klokkan 19.30, men tiltakið verður stroymt, so at øll kunnu fylgja við á internetinum.
Fyrireikararnir siga í eini fráboðan um tiltakið, at Kári Bøk hevur vunnið - og verið í uppskoti - til eina røð av virðislønum. Í 2012 varð hann tilnevndur til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri verkið Askur og Embla, og í 2000 vann hann aðru virðisløn í kapping um at skriva ólavsøkukantatu til túsundáraskiftið. Hann fekk virðislønina fyri verkið Heimahøllin aðru virðisløn.
– Kári fær javnan bíleggingar frá tónleikarum og kórum, bæði her heima, og uttanlands, og tónleikur hansara hevur verið framførdur av heimskendu London Symphony Orchestra, sum spældi tónleikaævintýrið Veiða Vind í 2019, og víðagitna vokalbólkinum, The King’s Singers, sum tvær ferðir hava sungið vælumtókta sangin Summarkvøld. Verkið, Summarkvøld, umframt onnur kend kórverk sum Jarðareyga, Nun lob mein Seel, Brót so stillan og Nú rennur sólin fríð hoyra øll til tann føroyska kórskattin, sum føroysk kór javnan framføra.