Tann 42 ára gamli fyrrverandi hermaðurin hevur bert ein møguleika, skal hann sleppa undan, at deyðadómurin verður fullførdur. Nevningarnir hava dømt hann til deyða, og í februar skal tann løgfrøðiligi dómarin taka støðu. Hann kann broyta dómin til lívlangt fongsul, men tað er ógvuliga sjáldsamt í statinum Virginia, har rættarmálið hevur verið.
Tað var heldur ikki av tilvild, at rættarmálið ímóti John Allen Muhammad varð hildið í Virginia. Upprunaliga skuldi tað vera í einum øðrum stati, men løgmálaráðharrin, John Aschroft, kravdi, at tað skuldi haldast í Virginia, tí har var størri møguleiki fyri, at maðurin bleiv dømdur til deyða.
Hann og ákæruvaldið fingu sín vilja, men enn veit eingin, hví tann 42 ára gamli fyrrverandi hermaðurin myrdi tey tíggju fólkini, og tað kemur kanska ongantíð fram.
-Eg haldi bert, at hann hevði fragd í at myrða fólk. Hann hevur ikki uppiborið at liva, segði ákærin, Paul Elbert.