Nógvir amerikanarar sótu sum runnir í stein, tá John Ashcroft, løgmálaráðharri, Robert Mueller, FBI-stjóri og Paul Wolfowitz, varaverjumálaráðharri greiddu amerikanska almenninginum frá, at myndugleikarnir høvdu tikið ein mann, sum hevði lagt eina ætlan um at spreingja eina geiðslavirkna bumbu í Washington.
Teir báðir politikararnir og FBI-stjórin løgdu kortini dent á, at maðurin hevði onga bumbu, men at hann hevði ætlanir um at gera eina slíka, tá hann varð tikin í einari floghavn í Chicago tann 8. mai, eftir at hann var komin úr Pakistan. Myndugleikarnir halda, at maðurin var í ferð við at leita sær eftir einum bumbumáli, tá hann varð tikin. Hildið verður, at hann hevði sett sær fyri at spreingja bumbuna í høvuðsstaðnum Washington.
Amerikanari
Tað var ikki bert sjálv bumbuætlanin, sum vakti ans í USA, tí tað kom óvart á flestu amerikianarar, at tann tikni er amerikanskur ríkisborgari, føddur og uppvaksin í USA.
Maðurin eitur í dag Abdullah Al Mujahir, men upprunaliga navn hansara er Jose Padilla. Hann er føddur í New York og flutti sum fýra ára gamal til Chicago. Í 1991 varð hann tikin í Florida, tí hann hevði brotið vápnalógina. Hann fekk eitt árs fongsul, og í fongslinum tók hann við muslimskari trúgv og fekk sær navnabroyting.
Síðani 1998 hevur Abdullah Al Mujahir búð ymsastaðni í Miðeystri. Amerikansku myndugleikarnir siga, at hann fór til Pakistan og haðani til Afghanistan í fjør, har hann kom í samband við felagsskapin al-Qaeda. Sambært John Ashcroft, løgmálaráðharra lærdi maðurin at gera bumbur, meðan hann var í Afghanistan. Hjá al-Qaeda var hann sannur fongur, tí hann hevði amerikanskt pass og kundi tí ferðast til og úr USA.
Tað gjørdi hann til tann 8. mai, tá hann varð tikin í O' Hare-floghavnini í Chicago. Amerikansku myndugleikarnir siga, at Abdullah Al Mujahir hevði tá verið í Pakistan, og at hann eisini hevði verið í Sveits.
Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Ari Fleischer, royndi í gjár at sissa amerikanarar.
- Sambært teimum upplýsingum, sum vit hava, var maðurin ikki farin undir at gera bumbuna, tá hann varð tikin, segði Fleischer.









