Landsliðsprát
Argentinarin Enzo Trossero er venjari hjá sveisiska landsliðnum. Tann hálvi annar tímin á grasinum á Svangaskarði tóktist vera ein sonn marra hjá honum. Hann sat millum lítið og einki á beinkinum, og hjá skotska fjórða dómaranum gekk mesta av tíðini at halda ovurspenta latínameriku manninum á tí økinum, sum ásetingarnar siga, at hann skal vera á.
Á tíðindafundinum aftaná var hann lættur ov ovurfegin.
? Hetta var sera strevið og torført. Tað sá einki út, og eg var farin at ivast í, um tað fór at bera til at fáa málið, sum var so týdningarmikið fyri okkum. Vit fingu trý stig, og tað hevði alt at siga, staðfesti ein ikki serliga orðaríkur venjari.
Hann hevði verið orðaríkur frammanundan, men kanska vóru tað málsligu umstøðurnar og møðin, sum gjørdu, at hann ikki hevði so ógvuliga nógv krút eftir, tá hann hitti stóra sveisiska pressufylgið. Áðrenn hann kom á tíðindafundin hevði hann verið hjá sjónvarpinum og útvarpinum.
At vera sveisari og sveisiskur landsliðsvenjari er málsliga ógvuligaa strevið. Enzo Trossero tosaði franskt, og so tulkaði pressustjórin hjá teimum fyrst til týskt og so til eingilskt.
Í Sveis nýta teir trý mál. Útvarpsstøðin, sum sendi frá dystinum, hevði ein mann, sum varpaði út á týskum, ein varpaði út á fronskum og ein varpaði út á italskum, og tað gekk fyri seg á sama hátt í sjónvarpinum.