Spurningurin er ikki, um arbeiðaraflokkurin vinnur bretska parlamentsvalið í dag, men hvussu stórur sigurin verður. Í gjár bendu veljarakanningar á, at sigurin verður størri, enn aðrar kanningar hava víst. Í einari kanning hjá blaðnum Times fekk Labour 41 prosent av atkvøðunum, teir konservativu 27 og liberaldemokratarnir 23 prosent.
Síðani at ein bretskur hermaður lat lív í Irak fyri nøkrum døgum síðani, hava teir konservativu endurtikið skuldsetingarnar um, at Blair leyg fyri bretska fólkinum, tá hann gjørdi av at fara í kríggj við Saddam Hussein. Eygleiðarar í London søgdu við Reuters í gjár, at hetta kundi kanska flyta nakrar atkvøður, og Gordon Brown, fíggjarmálaráðharri, ávaraði veljarar hjá Labour ímóti at venda flokkinum bakið, tí tað kann geva teimum konservativu valdið.
Sjálvur hevur Blair sagt, at hansara mótstøðumenn tosa bara um Irak-kríggið, tí teir vita einki annað at tosa um. Teir átu heldur at tosa um skúlaverk, heilsuverk og annað, sum hevur týdning fyri framtíð Bretlands, sigur hann.
Útlendskir eygleiðarar í Bretlandi siga, at Tony Blair fer at vinna valið í dag, tí hinir flokkarnir hava ongan, sum kann bjóða honum av. Tí er tað ikki bara Blair, sum vinnur, men kanska líka nógv hinir, sum tapa, siga teir. Summir teirra halda, at tað mest spennandi við valinum er, hvussu væl liberaldemokratarnir fara at standa seg, tí tað styttist altsamt ímillum teir og tann konservativa flokkin.