Hann heitir á fólk um at lata seg koppseta fyri tvær sjúkur

Tað  hjálpir væl ímóti álvarsligari sjúku, sigur Pál Weihe

##med2##

 

Fólk eiga at taka av tilboðnum um at lata set koppseta fyri koronu. Tað heldur Pál Weihe, professari í fólkaheilsufrøði. Myndugleikarnir bjóða nú aftur fólki at lata seg koppseta fyri koronu – helst teimum yvir 50. Men sum vit skrivaðu í gjár, hevur undirtøkan verið sera lítil higartil.

 

Les meiri her: Korona: Tað gongur strilti at koppseta

 

Men í tíðindunum á FM1 mælir Pál Weihe fólki til at taka av tilboðnum. Hann sigur, at koppsetingin verjir væl fyri at fólk verða illa sjúk av koronu og hann heldur, at tað eigsa vit at taka í álvara, tí tað vísir seg, at hjá nøkrum hevur korona langtíðarárin við sær sum fólk stríðast við í mánaðir, kanska í ár.

 

Og hann leggur afturat, at tá ið fólk fara til kommunulækna at verða koppsett, kunnu tey í sama viðfangi lata seg koppseta fyri influensu, sum eisini kann raka meint í vetur eftir at vit hava verið at kalla influensafrí í tveir vetrar, soleiðis at mótstøðuførið er ikki nakað serligt. Hjá fólki yvir 65 ár, og fólki í vandabólki, er koppsetingin ókeypis

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Pál Weihe greiða frá á FM1.