OL
Hann er heimsins skjótasti maður. Eingin ivi um tað!
Usain Bolt av Jamaica køvdi annars ovurstóra spenningin undan 100 metra finaluni, tá hann hálvgum einsamallur spákaði sær til nýtt heimsmet á 100 metra teininum um vikuskiftið.
Men 100-meturin er ikki tann renningin, sum Bolt sjálvum dámar best. Hann sigur seg trívast betur á 200 metrum, og eftir uppvísingina leygardagin mundi fáur ivast í, at hann var risa-favorittur at vinna gull á 200 metrum eisini. Nakað sum eingin hevur gjørt, síðani Carl Lewis fekk skrivaraborðsgull á 100 metrum í 1988, eftir at sigurin hjá Ben Johnsson varð kolldømdur.
Tí var spurningurin einamest, um Bolt hevði møguleika at taka metið hjá legendariska Michael Johsson, sum í 90’unum var mest sum flúgvandi á 200 og 400 metrum.
Sjálvur hevði Johnsson undan finaluni í gjár sagt, at hann ikki trúði uppá, at Bolt kundi taka metið, men Jamaica-búgvin prógvaði tað øðrvísi.
Tveir vrakaðir
Finalan á 200 metrum fekk tó eitt dramatiskt eftirspæl. Tá allir vóru komnir um málstrikuna, helt Wallace Spearmon úr USA, at hann hevði vunnið silvur, men hetta varð ógyldað, tí Spearmon hevði traðkað uttan fyri sína breyt.
Og tað sama hendi fyri Churandy Martina av Hollendsku Antillunum. Hann kom annar á mál sum nummar trý, men eisini hann hevði traðkað uttan fyri breytina.
Tí endaði alt við, at Shawn Crawford úr USA vann silvur, meðan Walter Dix, eisini úr USA, vann bronsuna.