Í blaðnum í gjár verður Bjarni Djurholm, fíggjarnevndarformaður, endurgivin fyri at siga, at verður uppskotið til fíggjarlóg fyri 2000, sum landsstýrið fer at leggja fyri tingið, 100-200 milliónir hægri, enn fíggjarlógin er í ár, sum ábendingr eru um, fer hann at mótarbeiða tí og fer at royna, alt, hvat hann kann, at lækka tað.
Bara fyri at rudda allar misskiljingar av vegnum, skal sigast, at Bjarni Djurholm ikki fer at mótarbeiða uppskotinum í orðsins rætta týdningi, tí tað heldur hann gevur onga meining.
Men hann endurtekur, at hann fer at gera, hvat hann kann fyri at at royna at fáa semju um at lækka tað.
?Eg fari at gera mína ávirkan galdandi. Men vinnur boðskapurin ikki frama, og landsstýrið heldur fram á somu kós, og ætlar framvegis, at almennu útreiðslurnar skulu hækka munandi, fari eg at gera, hvat eg kann í fíggjarnevndini, fyri at finna semju um at lækka útreiðslurnar.
? Men tá vænti eg, at tað verður trupult at finna politisku semju um tær stóru skerjingarnar.
Tá fer tað heldur at standa á fáa tingið at halda tørn, sigur Bjarni Djurholm.