Hann er vorðin ein býarmynd í Fuglafirði

Kanska hann hevur forvunnið sær nakrar krónur ov nógv onkran mánað, men hvat so, spyr Ólavur Larsen, fyrrverandi formaður í ÍF.

 

Tað verður stórur saknur í Clayton Soares í Fuglafirði, um Udlændingestyrelsen heldur fast í síni avgerð at nokta honum uppihaldsloyvi í Føroyum. Tað heldur Ólavur Larsen, fyrrverandi formaður í ÍF.

 

Orsøkin er, at Udlændingestyrelsen ikki vil geva honum nýtt arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

- Orsøkin til, at hann ikki fær nýtt arbeiðs- og uppihaldsloyvi er, at hann hevur vunnið sær ov nógvan pening, men hvat so, um hann hevur fingið nakrar krónur ov nógv, spyr Ólavur Larsen.

 

- Hann er vorðin ein býarmynd her. Eg og øll onnur vóna, at hann kemur aftur, men tað sær svart út, sigur hann. 

 

Brasilianarin er sera væl dámdur í Fuglafirði, bæði á og uttan fyri vøllin. Eingin hevur eitt ilt orð at bera honum og fólk, ið kendu hann tá hann búði á Sandi, siga somu søgu.

- Hann hevur búð í eini kjallaríbúð hjá eini familju her í Fuglafirði seinastu fýra árini, og eingin hevur nakað ilt at bera honum. Á arbeiðisplássinum hava tey eisini alt gott at bera honum, sigur fyrrverandi formaðurin.