##med2##
Tað er gott at vit hava funnið eina semju – og hetta er ein semja, eg eri væl nøgdur við. Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum, nú Sev, kommunurnar, og landsstýrið, hava skrivað undir eina semju um, hvussu Sev skal skipast fram yvir.
Tá ið samgongan varð skipað var tað eitt endamál at skila Sev sundur og at leggja sjálvt elnetið í eitt felag fyri seg sjálvi. Samstundis lá tað í kortunum, at Sev skuldi ikki sleppa at halda fram at byggja vindorku út, tí tað skuldu privatar fyritøkur taka sær av.
Men nú semjan er undirskrivað, varð einki av hesum veruleiki, tí Sev verður ikki liðað sundur og Sev sleppur framvegis at verða við í arbeiðnum at byggjav vindorkuna út.
Les meiri her: Her er orkusemjan um Sev
Men kortini er landsstýrismaðurin nøgdur og trýst á pílin undir myndini og hoyr, hví landsstýrismaðurin er nøgdur við úrslitið.










