Hann er tann stóri sigursharrin

Hevði Løgtingsval verið í dag, hevði Javnaðarflokkin verið nógv størsti flokkur og Sambandsflokkurin hevði mist mest

Hevði Løgtingsval verið í dag, hevði Javnaðarflokkurin verið tann heilt stóri sigursharri. Tað er úrslitið av eini veljakanning sum portal.fo gjørdi í gjár.

Kanningin vísir nevniliga, at Javnaðarflokkurin hevði fingið heili 28,5 prosent av atkvøðunum og tað hevði givið honum ikki minni enn 10 tingfólk. Tað eru trý tingfólk fleiri enn hann hevur nú. Á løgtingsvalinum fyri einum ári síðani, fekk Javnaðarflokkurin 22,2 prosent av atkvøðunum.

Tapararnir verða Tjóðveldi og sambandsflokkin, sum missa hvør sín tinglim, og Sjálvstýri, sum missur sín einasta tinglim.

Hinir flokkarnir standa mestsum í stað og varðveita sínar tinglimir, men portal.fo sigur, at tað góða úrslitið hjá Javnaðarflokkinum ber í sær, at andstøðan hevði fingið 17 tinglimir, og hevði sostatt fingið meirilutan á tingi, ímeðan samgongan hevði fallið.

Annars vísir kanningin, at hevði løgtingsval verið nú, hevði Fólkaflokkurin verið næststørsti flokkur á tingi, og hevði 23,6 prosent, sum eru 0,9 prosentstig minni enn hann fekk á valinum.

Sambandsflokkurin hevði verið triðstørsti flokkur og hevði fingið 17,1 prosent og tað eru 3,2 prosentstig minni enn hann fekk á valinum. Tjóðveldi hevði fingið 16,4 prosent og tað eru 1,7 prosentstig minni enn á valinum.

Sjálvstýri hevði bara fingið 2,8 prosent av atkvøðunum og Framsókn hevði fingið 6,3 prosent, sum er ein lítil framgongd og Miðflokkurin stendur í stað á 5,4 prosentum av atkvøðunum, vísir kanningin há portal.fo.