Hann er einasti, føroyingur, sum umboðar Føroyar og tað var eisini hann, sum bar Merkið inn á olympiskaleikvøllin.
Hann skal kappast í Maraton og tað verður leygarkvøldið 4. september
Hann segði við KvF, at hetta er ein stór løta. Hann er rættiliga spentur, so hetta er tað hann hevur arbeitt fram ímóti hesi seinastu fimm-seks árini.
Tað er rættiliga heitt í Tokyo, yvir 30 stig, men hann segði, at hann er væl fyri, men hann ásannar, at hitin verður ein avbjóðing.
Kvf roynir at fáa rættindini til at senda beinleiðis frá maraton-kappingini.
Myndin er frá tí at hann bar Merkið inn á vøllin.











