Ung í Føroyum 2004 ? Ummæli
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Øvugtir leiklutir
Tey vóru øll møtt stundisliga, ommur og abbar, mammur og pápar, at royna seg í einum nýggjum leikluti: at sita og tiga og skikka sær pent, meðan tey ungu áttu pallin.
Eisini eg fekk varhugan av, at leiklutirnir vóru vendir á høvdið. Hugsaði eini 20 ár aftur í tíðina, tá ungdómurin í besta føri bara var til fortreð og Norðurlandahúsið í øllum førum bara var fyri slíkt, ið skuldi takast í álvara. Ungdómurin og Norðurlandahúsið var ein andsøgn í sær sjálvum, ein vánalig »joke«. Og best sum tú heldur, at soleiðis eigur tað bara at vera, sær eitt tiltak sum Ung í Føroyum dagsins ljós.
Tú fært tað tú sært
»Fær man onga leikskrá«, hoyrdi eg eina ørkymlaða rødd spyrja aftanfyri meg. Nei, vit fingu onga leikskrá til tey ungu í Føroyum 2004. Onga ábending um, hvat vit fóru at síggja og onga leiðbeining í at meina tað rætta. Jørðin byrjaði at riða undir okkum, men vit lótu sum um tað vóru ristingar frá dansibólkinum á pallinum.
Íblásturin til dansin kom frá hiphop og breakdance umhvørvinum, sum tey flestu kenna frá sjónbandaløgum. Men so rakk tann samanberingin heldur ikki longur. Tað sermerkta við dansisýningini var, at dansarnir vóru í hvítum ketilsdraktum við hettu. Á ein hátt tóktist hetta at vera ein tilvitað provokatión av einum dansistíli har útsjónd, hár og klæðir ella serliga vantandi klæðir oftast spæla høvuðsleiklutin. Hesuferð var tað dansurin, fetini og koreografiin, sum áttu pallin. Onki annað órógvaði.
Og tað gjørdi tað heldur ikki, tá sniðgevarnir yvirtóku pallin. 10 keðiligar hvítar T-shirts høvdu verið ígjøgnum hugflog, saksar, nálir og litir. Og komu nú út í hinum endanum sum 10 smá, persónlig listaverk. Onkur hevði kanska ikki fatað tað enn, men tá tann rituelli brúðarkjólin trein inn á pallin til seinast, gjørdist parodiin uppá tíðarinnar uppgjørdu catwalks eyðsýnd.
Hann er í ongum klæðum!
Nýggju klæði keisarans byrja nú at ganga aftur í framsýningini sum eitt spøkilsi, ið allatíðina skiftir ham. Lógarinnar langi armur er klárur, tí onkur hevur sæð ein naknan mann renna runt uppi í sjálvari mentanarháborgini. Tað líkist svarta ongum og sum vera man, eru fólk frá sær sjálvum. Ein yvirspentur journalistur tevjar eina forsíðusøgu ? »Nakin maður í Norðurlandahúsinum«. Men gakk, søgan missir broddin, tá onkur spyr, hvat nýtt er í tí, tí eru vit ikki øll nakin innaní? Og so fær søgan eina aðru og eina triðju vend, tí aftanfyri standa tveir dovnir snultandi journalistar og lúra og skriva eina søgu um eina søgu, teir ikki sjálvir hava hoyrt ?
Søgurnar vevja seg nú inn og út úr hvørji aðari og náa hæddarpunktið, tá úlpuklæddi Svartiper úr Mjørkadali kemur við síni útgávu av veruleikanum. Jú meir óskilligt mjørkatosið hjá Svartperi verður, tess meir glógva eyguni á »wannabe« rithøvundanum. Har var hon! Søgan, sum bjargaði honum Nobelheiðurslønina í bókmentum.
Men aftanfyri situr restin av skrivibólkinum og lesur eina yrking um revin snilda, sum lokkar og lumpar og um heimin, ið ikki er tað, hann sær út til at vera. Alt kann manipulerast, um tú dugir. Og tað dugir teldumyndlistabólkurin, sum nú vísir eina røð av avskeplaðum sjálvsmyndum á løriftinum. Seinasta myndin er av einum av okkrara kendu politikarum, smílandi og fittur, men úr høvdinum vaksa djevlahorn?
Einglar og eiturkoppar
Í seinasta innslagnum fer revurin snildi í uppaftur ein annan ham. Á einum stóli stendur ein genta og hyggur niður á ein drong, sum liggur á gólvinum. Hon vil hava hann upp til sín, men hann torir ikki. Hon lokkar, júkar og fær til endan togað hann upp á stólin. Tey standa og riða eina løtu, ivast bangin, tí hvørgin torir niður av aftur stólinum.
Sjálvandi. So einfalt kann tað gerast. Ímyndin av vandamikla rúsinum og pínufulla niðurtúrinum verður eitt við óunniliga tekstin á løriftinum aftanfyri: »Turvelvandi drøgg«.
Pallurin fyllist við ungfólki, sum hvør á sín hátt royna at fáa fatur á bangna dronginum í miðjuni. Saman við fyrsta guvinum av jointini, psykodelisku litunum á løriftinum, sýruta tónleikinum og hvíttkløddu dansigentunum verður allur pallurin ein sveimandi rúsur. Inntil svørtu dansigenturnar koma krúpandi inn eftir gólvinum sum yvirvaksnir eiturkoppar. Og meðan stríðið millum, tað góða og tað ónda, vinfólk og fíggindar, tað ektaða og tað tilgjørda leikar á, savna tráðirnir í leikinum seg til eitt lokkanet. Beint sum tað góða er um at vinna á tí ónda, tekur drongurin ímóti eini nýggari joint, sum hann stingur í lumman á gráa jakkanum. Og so slitnar lokkanetið ? á løriftinum aftanfyri hómast nú vónin ímillum fingrarnar, sum rætta seg móti ljósinum. Og eftir á pallinum liggur bert ein einsamallur gráur jakki?
Hugurin leitar ?
Tónleikabólkurin, ið hevur víst eitt ótrúligt tónleikaligt hugflog, fær seinasta orðið. Við karamelleskjum, grýtum, chipsdósum umframt øðrum meir vanligum ljóðførum hava tey gjørt framsýningina til eina tónlistarliga uppliving í sær sjálvum. Við einum vøkrum og oyrafangandi lagi fara tey øll nú av pallinum. Og útkomin varnist eg, at fleiri av áskoðarnum framvegis ganga og murra seinasta lagið »Mín hugur leitar ?«
Hygg, eg dugi!
Framsýningin byrjaði við eini lítlari senu, har ein lærari roynir at læra eina gentu at dansa. Men tað gongur ikki serliga væl. Faktiskt gongur tað yvirhøvur ikki og lærarin gevur upp. Einsamøll eftir á pallinum fer gentan sjálv at royna. Og nú riggar. »Hygg, eg dugi!«, rópar hon og fer fúkandi inn ímillum hinar dansarnar á pallinum. Við líknandi smáum leikum inni í leikinum gjørdist framsýningin soleiðis ein viðmerking til seg sjálva sum framsýning og til sítt egna endamál: Gev teimum ungu møguleikan, legg teimum lag á um neyðugt, men slepp teimum so aftur. Tí tey duga sjálv.
Hvar er veruleikin?
Eitt hjáárin við at gerast gamal er stúran. Og um vit hálvgomlu onki finna at stúra yvir, skulu vit nokk uppfinna okkurt. Vit eru millum annað samd um, at tað er øgiliga synd í okkara ungu. Og tí skriva vit daprar greinar og gera syrgiliga filmar um ung, sum missa fótafesti í einum heimi sum er so fløktur, at tey mugu flýggja úr honum
Men tey ungu liva sjáldan upp til væntaninar hjá teimum gomlu. Eg veit ikki, hvar hasi ungu óvirknu offrini halda til. Tey vóru so ikki í Norðurlandahúsinum sunnudagin. Í staðin sóu vit ein hóp av eldsálum, sum ikki høvdu tíð at flýggja ? tí tey vóru í ferð við at leita eftir veruleikanum?