Manchester City hevur nú vunnið fimm teir fyrstu dystirnir í Premier League við Pep Guardiola við róðrið. Hann hevur av álvara sett sín dám spælið hjá meistarafavorittunum.
Manchester City skræddi Bornemouth sundur á Etihad leikvøllinum í gjár. Stóri spælarin á vøllinum var Kevin De Bruyne, ið var meistarin aftanfyri 4-0 sigurin. Eisini hevur Pep Guardiola fingið Rahaeem Sterling á eitt hægri stig enn undanfari venjarin.
Eftir dystin segði Pep Guardiola, at Kevin De Bruyne er fyri Manchester City tað sum Lionel Messi er fyri FC Barcelona.
Fótbóltsspælið hjá Manchester City er á avbera høgum stigi, sum eisini sæst aftur á fleiri av málunum, sum koma eftir gott spæl. Í løtuni er Manchester City favorittur at vinna Premier League, men tað er langur vegur á mál enn.
Aðrastaðni vann Everton aftur og hevur 13 stig eftir fimm umfør. Tað er nokk til góðar vónir og eitt annað pláss í løtuni. Arsenal greiddi sín setning úti móti Hull. Meistararnir úr Leicester eru komnir fyri seg og vunnu 3-0 á Burnley.
Premier League 5. umfar:
Chelsea 1 - 2 Liverpool
Hull City 1 - 4 Arsenal
Leicester City 3 - 0 Burnley
Manchester City 4 - 0 AFC Bournemouth
West Bromwich Albion 4 - 2 West Ham United
Everton 3 - 1 Middlesbrough
Í dag:
Watford ? - ? Manchester United
Crystal Palace ? - ? Stoke City
Southampton ? - ? Swansea City
Tottenham Hotspur ? - ? Sunderland
1
5
11
15
2
5
7
13
3
5
5
10
4
5
4
10
5
5
3
10
6
4
4
9
7
4
5
8
8
5
1
7
9
5
0
7
10
5
-1
7
11
5
-2
5
12
4
-1
4
13
4
-1
4
14
4
-2
4
15
5
-5
4
16
5
-6
4
17
5
-6
3
18
4
-3
2
19
4
-5
1
20
4
-8
1