Hann er nýggjur leiðari í Suðuroy

Suðuroya Bú- og Heimatænasta hevur fingið nýggjan leiðara

Tað verður Hanus Toftheyggj, sum verður nýggur leiðari fyri Suðuroyar Bú- og heinatænastu. Tað boða tey frá í tíðindaskrivi beint nú.

 

Bú-  og Heimatænastan í Suðuroy er eitt kommunalt samstarv um eldrarøktina í Suðuroy. Hanus Toftheyggj  býr í Hvalba, haðani hann eisini er. Hann er 36 ára gamal og er Bachelor í Almennari fyrisiting og Master í løgfrøði. Síðan 2015 hevur hann verið fulltrúi í Almannaverkinum og í løtuni er hann í holt við eina útbúgving í leiðslu.

 

Tað eru eini 150 starvsfólk í Suðuroyar Bú- og Heimatænastu. Tænastan fevnir um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýlir, røktarheim, dagtilhald og mattænastu. Hanus tekur við starvinum eftir Annu Djurhuus, sum fer frá vegna aldur, og hann tekur við starvinum  1. september.