svimjing
Beint eftir, at føroysku svimjararnir høvdu fingið at vita, at teir vórðu kolldømdir, fingu vit orðið á ein vónsviknan Dia Jacobsen, og vit spurdu hann, hvat tað var, sum nú hendi við stafettsvimjingini.
- Vit vórðu diskaðir, tí dómarin helt, at Asbjørn gjørdi firvald-bein í bringusvimjingini.
Spurdur, hvussu tað bar til, at ein svimjari, sum hevur svomið bringu í fleiri kappingum, brádliga ger eitt mistak, sum viðførir kolldøming, sigur Dia, at sum so var talan ikki um nakað mistak.
- Asbjørn liggur altíð á markinum, tá hann svimur bringu, tí tú fært nógv meira kraft í, tá tú svimur. Eg dugi bara ikki at skilja, hví hann verður kolldømdur hesaferð, tí soleiðis hevur hann svomið alla kappingina.
Ongan rygg
Annars lat Dia sera væl at avrikinum hjá liðnum.
- Vit svumu sera væl í dag. Skjótari enn vit nakran tíð hava gjørt, so talan hevði verið um eitt trygt bronsumerki.
- Meira enn tað hava vit ongan møguleika at fáa, tí vit hava ongan á liðnum, sum er nóg sterkur í ryggsvimjingini. Tú sært jú, hvussu tað gongur hjá Kristian Martini, sum missir fleiri sekund í fyrstu svimjingini, men vit eru so noyddir at nýta hann til ryggin, hóast tað als ikki er favorittgreinin hjá honum, segði Dia Jacobsen at enda.










