– Eg fegnist um at vit hava eina framgongd - men eg eri ikki nøgdur við úrslitið. Tað sigur Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, eftir at ein veljarakanning varð almannakunngjørd í gjár. Eftir kanningini fekk Sambandsflokkurin eina lítla framgongd upp á 0,3 prosent og varðveitir sínar seks tinglimir.
Les eisini: Kanning: Fólkaflokkurin er størsti flokkur
Bárður S. Nielsen heldur, at veljarakanningin er eitt týðiligt tekin um, at hugsjónarliga stríðið ímillum høgra og vinstra í føroyskum politikki, er kyknað aftur, og tað vinna bæði Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin upp á, hóast Javnaðarflokkurin hevur afturgongd.
Samstundis heldur hann hitt hugsjónarliga stórmálið, nevnliga spurningurin ímillum loysing og samband, er dottin niður ímillum aftur, og tað kostar bæði Sambandsflokkinum og Tjóðveldi, atkvøður
Men Bárður S. Nielsen væntar, at úrslitið verður øðrvísi, tá ið krossurin skal setast á næsta valið, og flokkarnir hava fingið høvi til at leggja síni sjónarmið fram. Og hann væntar eisini, eitt spennandi val, har teir flokkar, sum duga best at selja sín boðskap, fara at sleppa best burtur úr tí.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Bárð S. Nielsen greiða frá, hvat hann heldur um veljarakanningina.