Hann er einki broyttur

Hann var smílandi, fittur og fyrikomandi. Og hann er als ikki broyttur, nú eg hyggi at honum í sjónvarpinum, og hann fær handað gullkrónur á Tour de France, sigur Gunnar Dahl Olsen um Mark Cavendish av Isle of Man, sum í løtuni er nummar tvey í sprintkappingini í Tour de France

Hann eltir oddamannin. Tað eru fáir metrar eftir á málið. Landsmaðurin av Isle of Man hevur verið fremstur stóran partin av býarteininum, og letur seg longu fagna av áskoðarunum. Nevnarnir eru longu knýttir og koyrdir upp í loft. Men hann tekur seg spakuliga inn á oddamannin. Hann er sannførdur um, at einki er liðugt, áðrenn alt er liðugt. Og tað verður munurin. Hann súkklar seg á fremsta plássið fáar sentimetrar áðrenn teir koma á málið. 18 ára gamalur. Oyggjaleikir. Býarsúkkling á Guernsey. 2003. Mark Cavendish.

Hann verður í dag mettur sum ein av heimsins bestu sprintarum. Hann er í løtuni nummar tvey í sprintkappingini á Tour de France. Men tað eru ikki meira enn seks ár síðan, at hann vann gull í býarsúkklingini á Oyggjaleikum.

- Fleiri siga, at eg eri arrogantur, tí eg altíð svari fjølmiðlafólki, at eg eri heimsins besti sprintari, tá tey spyrja, um eg eri heimsins besti sprintari. Men tað havi eg prógvað. Men um tey ikki spyrja, so sigi eg tað heldur ikki, segði Cavendish undan Tour de France í fjør.


Bilsin um Cavendish

Mark Cavendish fekk starv í einum lokalum banka sum 16 ára gamalur. Hann hevði tørv á pengum, um dreymurin at gerast yrkissúkklari skuldi verða veruleiki. Tvey ár seinni fekk hann sáttmála við British Track Cycling, og eftir fáum mánaðum vóru framstigini eyðsýnd.

- Eg eri bilsin av, at hann hevur staðið seg so væl. Men tað er enn eitt dømi um, at um tú sum ungur er ambitiøsur og venur miðvíst, so røkkur tú tindunum. Eg minnist væl, tá hann súkklaði á Guernsey. Hann var smílandi, fittur og fyrikomandi. Og hann er als ikki broyttur, nú eg hyggi at honum í sjónvarpinum, og hann fær handað gullkrónur á Tour de France. Tað er løgið, greiðir Gunnar Dahl-Olsen, sum í 2003 vann á Mark Cavendish í landavegskoyring.

Mark Cavendish varð skjótt mettur sum ein av heimsins bestu í sínum árgangi. Í 2005 vann hann heimsmeistaraheitið í banasúkkling, og staðfesti harvið sína støðu í súkkluheiminum. Árið eftir skifti hann til Team Sparkasse, og í 2007 skifti hann til T-Mobile Team við vónunum um at sleppa nærri gullinum í Tour de France. Og tað varð veruleiki. Í fjør vann hann ikki færri enn fýra teinar í heimsins sterkastu súkklukapping.

- Eg meti ikki, at eg havi verið heppin. Eg eri professionellur, tí eg havi stríðst fyri tí. Eg eri ikki professionellur, tí eg havi verið heppin. Men eg eri heppin, at eg eri har, eg eri, hevur Mark Cavendish sagt í enskum miðlum um sína yrkisleið.


Heimsins besti sprintari

Tað er serliga sum sprintari, at Mark Cavendish hevur gjørt seg galdandi. Men Gunnar Dahl-Olsen metir, at hann í framtíðini sanniliga eisini fer at gera seg galdandi á øðrum økjum.

- Venjararnir fara sjálvsagt at venja hann soleiðis, at hann verður betri sum heild. Tað er eginleikarnar sum sprintari, hann er víðagitin fyri. Men tá hann súkklar í fjøllunum, stendur hann seg ikki eins væl, sigur Gunnar Dahl-Olsen.

Og italiumaðurin Daniele Bennati, súkklari, hevur eisini rósandi orð at bera Mark Cavendish.

- Hann er heimsins skjótasti í seinastu 50 metrunum, staðfestir hann undan Tour de France í fjør.


Oyggjaleikir er ein loypifjøl

Tað eru ikki fleiri dømi um, at ítróttaríðkarar, sum hava tikið lut á Oyggjaleikum, seinni verða professionellir. Men Cavendish av Isle of Man hevur prógvað, at tað er møguligt. Og tí er eisini nærliggjandi at spyrja, um Cavendish er eitt eindømi.

- Nei. Oyggjaleikir er ein loypifjøl. Støðið á súkklingini er sum heilt rímuligt høgt til hesar leikirnar. Men um tú ætlar tær víðari, so krevur tað sanniliga nógv. Tað eru fleiri túsund talentir í heiminum, men fáir av teimum sleppa at súkkla á Tour de France. Tú skal hava stríðsvilja, venja tað sum krevst og verða heppin, staðfestir Gunnar Dahl-Olsen.


FAKTA:


Navn: Mark Cavendish

Føddur: 21. mai, 1985

Aldur: 24 ár

Tjóðskapur: Isle of Man

Felag: Team Columbia-High Road

Hædd: 175 cm

Vekt: 69 kg