Higartil í ár hava tað verið nógvar skiftingar í B68 málinum, og í morgin, tá ið EB/Streymur verður gestur á Svangaskarði, verður aftur nýggjur maður millum stólparnar á Svangaskarði.
B68 boðaði í gjár frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Benjamin Schubert. Sáttmálin er galdandi fyri tað, sum er eftir av hesum árinum. Í aðru viku - 22. september – hevur nýggi B68 málverjin 26 ára føðingardag.
Flytingarvindeygað læt aftur um mánaðarskiftið, men B68 hevur fingið undantaksloyvi at skriva undir sáttmála við nýggjan málverja.
Tá ið Benjamin Schubert í morgin fer at verja B68 málið á Svangaskarði, verður hann sætti B68 málverjin í hesum kappingarárinum.
Ætlanin var, at Rói Mørk Hentze skuldi vera fastur maður millum B68 stólparnar, men hann hevur ikki verið so drúgvur. Skaðar eru orsøkin til, at hann bara hevur vart málið í 10 dystum. Síðsta ferðin, hann vardi málið, var 14. august, tá ið B68, eftir at hava verið aftanfyri 2-0, vann 6-2 á útivølli ímóti 07 Vestur.
Fyrsti eykamálverjin fyrr í ár var Ragnar Lindholm, sum vardi málið í fimm dystum. Síðsti dysturin hjá honum í B68 málinum var 8. mai, tá ið B68 tapti 4-1 á útivølli ímóti AB.
So leigaði B68 Meinhardt P. Joensen úr KÍ. Hann vardi málið í trimum dystum. Síðsti dystur hjá Meinhardti í B68 málinum var 26. mai, tá ið B68 tapti 1-0 á heimavølli ímóti NSÍ.
Síðani var tað Terji Brynjarsson, sum síðani 2019 hevur umboðað Undrið FF. Hann vardi B68 málið í trimum dystum. Tann síðsti var 28. august, tá ið B68 tapti 1-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur.
Og síðsta sunnudag, tá ið B68 tapti 3-1 á útivølli ímóti B36, vardi Jóannes Eyðfinnsson Davidsen málið hjá toftamonnum. Hann var leigaður úr EB/Streymi.
Í morgin klokkan 15 verður fyrsta bríksl á Svangaskarði, tá ið EB/Streymur verður mótstøðuliðið hjá B68. Í áttanda umfari vann EB/Streymur 2-1, tá ið B68 var gestur við Margáir, og í 11. umfari vann EB/Streymur 1-0 á Svangaskarði.
Nýggi B68 málverjin Benjamin Schubert var frá á nýggjárinum og fram til í summar ein av trimum málverjum í SønderjyskE, sum í summar flutti niður úr bestu og í næstbestu deildina í Danmark.