Hann eigur einki í rokningini

Eg skilji væl Elmar Højgaard ilskast

- Eg skilji væl at stjórin á Vørn ilskast, tí hann eigur einki í rokningini.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Í gjár gav Elmar Højgaard, stjóri á Vørn ilt av sær, tí at landsstýrið hevur smurt eina rokning upp á Vørn, sum hann ikki heldur, at hann eigur nakað í.

 

Les eisini: Eg eri púra málleysur

 

Talan er um trýsttangan, sum gevur kavarum lívsneyðuga viðgerð, skuldi eitt óhapp hent og teir fáa kavarasjúku.

Kavarar fóru í verkfall 1. juni, tí ósemja var um, hvør skuldi rinda fyri at hava viðgerðina í trýsttanganum.

 

Men tað endaði so við, at landsstýrið samtykti, at Vørn skal rinda útreiðslurnar fyribils og tað heldur stjórin á Vørn vera heilt ófatiligt og ógvuliga løgið.

Jacob Vestergaard skilir atfinningarnar, men hann sigur, at talan er um eina neyðloysn í nakrar mánaðir og so er Vørn leyst av trýsttanganum.

 

Stjórin á Vørn sigur, at ein avleðing kann vera at vaktar og bjargingarskipini verða liggjandi við bryggju longri enn annars, men Jacob Vestergaard hevur ongar viðmerkingar til, hvaðani hann finnur pengarnar til raksturin av trýsttanganum.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jacob Vestergaard greiða frá støðuni.