Hann dugir at tala

Men bæði Andras Miðskarð og øll hini lærdu kortini eitt og annað á talaraskeiðnum í Havn seinasta vikuskifti.

Seinasta vikuskiftið skipaði Heimamissiónini fyri serstøkum skeiðið fyri talarar. Hetta skeiðið vendi sær til tey, sum vóru óroynd á hesum økinum, - men eisini til tey royndu.
Omanfyri 30 fólk fingu hesar dagarnar nógv at vita um, hvat ein tala er: Hvussu ein fyrireikar seg, hvussu ein ber hana fram, hvørji hjálpitól finnast og hvussu ein kann tosa til nútíðar menniskju.
Seinnapartin leygardagin vórðu luttakararnir býttir sundir í smærri bólkar, har hvør einstakur skuldi fyrireika seg uppá eina talu. Henda skuldi síðani berast fram fyri hinum, sum aftaná skuldu meta um úrslitið hjá talaranum.
Skeiðið endaði leygarkvøldið við at tey sóu videoklipp av kendum talarum, har tey so fingu møguleika at meta um medferð teirra.
Aftaná skeiðið vóru luttakararnir sera væl nøgdir við úrslitið. Og tað munnu tí helst vera enn fleiri, sum kundu hugsað sær at verið við. Tað verður vónandi høvið til tess eina aðru ferð.