Sjálvt um franska forsetavalið ikki verður fyrr enn í 2007, er tann høgravendi Jean-Marie Le Pen longu farin undir sítt valstríð.
Sum fyrsta stig í royndini at gerast franskur forseti hevur Le Pen sett sær fyri at savna flokkin National Front. Fyri sjey árum síðani fór flokkurin í tvíningar, tá nógvir flokslimir valdu at stuðla Bruno Megret, sum hevði bjóðað Le Pen av. Nú biður tann 72 ára gamli floksformaðurin teir koma aftur, og hann lovar at taka væl ímóti teimum vilstu synunum, sum hann málber seg.
Jean-Marie Le Pen stillaði upp á forsetavalinum í 2002, og rættiliga óvæntað eydnaðist tað honum at fáa næstflestar atkvøður í fyrra valumfari. Í seinna umfari tapti hann kortini ruddiliga ímóti Jacques Chirac. Men hann hevur ikki mist mótið, og hann ætlar sær at vinna næstu ferð, sigur hann við AFP.