Hann boðar frá kava

Nú bendir á, at vit kunnu vænta ársins fyrsta kava. Tí sambært veðurvánunum, so verður niður í minus eitt kuldastig seinnapartin í dag og í morgin. Men kuldin verður ikki varandi.

Nú bendir á, at vit kunnu vænta ársins fyrsta kava. Tí sambært veðurvánunum, so verður niður í minus eitt kuldastig seinnapartin í dag og í morgin. Men kuldin verður ikki varandi

 

Seinnapartin í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og sólglottar, men eisini kavaæli. Í morgin fyrrapartin verður lot av ymsum ættan, og seinnapartin veksur hann vindin upp í skrið ella storm a norði, og kavaælingur. Hitin verður millum minus eitt og pluss tvey stig.

 

Hoyrið veðurtíðindini við veðurmanninum í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen við at trýsta á pílin undir myndini.