Bob Woolmer varð funnin deyður á hotellkamari sínum á Jamaica, eftir at pakistanska landsliðið í cricket hevði tapt ein avgerandi dyst ímóti Írlandi í HM-kappingini. Bob Woolmer var venjari hjá pakistanska landsliðnum, og ósigurin ímóti írum gjørdi, at Pakistan slapp ikki víðari í kappingini.
Tað fór sum eldur um allan ítróttarheimin, tá tað frættist, at Bob Woolmer var funnin deyður á hotellkamarinum, og løgreglan á Jamaica, har HM-kappingin er, fekk alt fyri eitt illgruna um, at alt ruggaði ikki rætt. Í gjár avdúkaði líkskoðanin so, at Bob Woolmer var vorðin kvaldur, og løgreglan sigur nú, at málið verður kannað sum morð.
Bretsku myndugleikarnir hava sent ein av sínum dugnaligastu kriminalmonnum til Jamaica at hjálpa løgregluni har. Myndugleikarnir á Jamaica siga, at enn er eingin skuldsettur í málinum, men at fleiri fólk skulu avhoyrast. Millum annað skulu allir spælararnir á pakistanska cricketlandsliðnum avhoyrast.