Hann bleiv ikki myrdur

Vísindafólk, sum hava kannað leivdirnar av tí gamla egyptiska konginum Tutankhamon, eru komin til ta niðurstøðu, at kongurin bleiv ikki myrdur. Tað hava søgufrøðingar annars hildið leingi.

Tutankhamon doyði í árinum 1319 fyri Kristi føðing. Hann var bara 19 ára gamal tá, og søgufólk hava hildið, at hann doyði í kríggi, ella at onkur myrdi hann. Herfyri bleiv avgjørt at kanna deyðsorsøkina, og í gjár kunngjørdu vísindafólkini, at tey duga ikki at síggja nakað tekin um, at kongurin bleiv myrdur, ella at hann doyði í bardaga.

Harafturímóti hava kanningarnar avdúkað, at Tutankhamon breyt beinið, stutt áðrenn hann doyði. Sagt verður, at brotið var ikki hættisligt í sjálvum sær, men at tað kanska tók ilt fyri seg, og at kongurin doyði av bruna í beininum.

Vísindafólkini hava kannað leivdirnar av Tutankhamon við framkomnari útgerð, og higartil hava tey tikið umleið 1.700 myndir av líkinum. Ætlanin er nú at vita, um kanningarnar kunnu siga okkum nakað um, hvussu fólk livdu í Egyptalandi fyri 3300 árum síðani.