Myndin vinstrumegin av Viktor Jusjtjenko er tilin tann 4. juli í ár. Myndin høgrumegin er tikin tann 24. november. Men hvussu kann hann vera eldur so nógv eftir so stuttari tíð?
Eysturríkski læknin Nikolai Korpan sigur seg hava svarið. Hann viðgjørdi Viktor Jusjtjenko, eftir at hesin var vorðin illa sjúkur tann 6. september, og læknin ivast ikki í, at onkur hevði givið Jusjtjenko eitur við tí endamálið at beina fyri honum.
Nikolai Korpan sigur við bretska blaðið The Times, at hann dugir ikki at siga, hvat slag av eituri Jusjtjenko hevði fingið, men at tað ivaleyst ber til at finna evnið, um Jusjtjenko verður kannaður eina ferð afturat. Spurdur, hvussu andstøðuleiðarin kann hava fingið eiturið í seg, sigur læknin, at hann kann hava fingið tað í mati ella vatni.
Viktor Jusjtjenko hevur fyrr sagt, at myndugleikarnir hava roynt at beina fyri sær, og eygleiðarar í Ukraina siga, at tey nýggju tíðindini kunnu fáa avgerandi ávirkan á forsetavalið tann 26. desember.
Eftir stendur spurningurin, hvør kann hava roynt at beina fyri andstøðuleiðaranum. Gitt verður, at tað kann vera stýrið í Kiev, sum styðjar hitt forsetavalevnið, Viktor Janukovitj, ella kanska Moskva, sum ber ótta fyri, at Ukraina fer at knýta seg tættari at Vesturheiminum, verður Jusjtjenko valdur til forseta.
Talsmenn hjá Janukovitj vísa øllum skuldsetingum um eitran aftur. Teir siga, at Jusjtjenko gjørdist sjúkur í september, tí hann hevði etið vánaligt sushi og drukkið ov nógv konjakk.










