Valið hjá Javnaðarflokkinum í Eysturoynni gjørdist sera spennandi. Bara ein atkvøðu var ímillum Andrias Petersen og Dan Reinert Petersen, sum hevur umboðað Javnaðarflokkin á tingi seinastu fýra árini.
? Eg tori ikki at siga nakað, fyrr enn endaliga úrslitið fyriliggur, tá fínteljingin hevur verið, sigur Andrias Petersen. Hann vísir á, at ein atkvøða skjótt kann fara annan vegin, og so er alt knappliga broytt.
? Persónliga eri eg væl nøgdur við atkvøðutalið og við úrslitið hjá flokkinum í oynni, har vit hava eina lítla framgongd. Eg vónaði tó, at flokkurin fór at fáa eitt frægari úrslit samanlagt um landið, sigur nývaldi tingmaðurin í Eysturoynni, um fínteljingin ikki broytir nakað.
Hann hevði vónað, at flokkur hansara fekk ein mann afturat, men hann heldur tó ikki, at hetta er nakað ringt val hjá Javnaðarflokkinum. Andrias metir, at flokkurin hevur mist nógvar atkvøður í polariseringini millum loysing og samband.
Andrias Petersen er kommunulækni í Gøtu, og hann er ikki heilt óroyndur í politikki. Hann var landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum frá september 1994 til á sumri 1996, tá Javnaðarflokkurin fór úr samgonguni við Sambandsflokkinum og Verkamannafylkingini. Harumframt hevur hann sitið í bygdaráðnum í Gøtu síðan 1993. Hetta er tó fyrstu ferð, at hann er valdur inn á ting.
Stórar broytingar eru farnar fram í samfelagnum, síðan Andrias sat í landsstýrinum.
? Samfelagið var tá í svárari kreppu, og allir pengakassar vóru tómir. Nú seks ár seinni, er tað eitt heilt annað samfelag, vit liva í, sigur Andrias Petersen.
Hann hevur enn ikki gjørt av, um hann fer at halda fram sum lækni í økinum, nú hann væntandi fer í tingið.
Fallin tingmaður
Dan Reinert Petersen gjørdist júst ov stuttur hesuferð. Honum vantaði bara eina atkvøðu, men hann væntar ikki, at fínteljingin fer at geva honum fleiri atkvøður.
? Eg vænti ikki, at eg komi innaftur á ting, sigur Dan Reinert Petersen, sum vísir á, at við seinasta val var hann bara átta atkvøður frammanfyri Andrias Petersen og nítjan atkvøður frammanfyri Sylverius Jacobsen av Skála, sum hesuferð var 29 atkvøður ov stuttur.
? Man er ongantíð nøgdur, um man ikki endar ovast á listanum, sigur Dan um valið. Hann heldur, at stuðulin frá leirvíkingum til Andrias var avgerandi, tí Dan fekk heilt fáar atkvøður í Leirvík.
Dan Reinert Petersen, sum fekk 47 atkvøður fleiri hesuferð, heldur, at tann sterkasta samgongan nú hevði verið millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.
Hann hevur ikki stórt álit á einari samgongu við 17 tinglimum við báðum teimum smærru flokkunum.
Fínteljing fríggjdagin
Arnold Abrahamsen, formaður í valnevndini í Eysturoynni, væntar, at fínteljingin verður liðug fríggjadagin. Tað eru trý fólk, sum skulu standa fyri teljingini, og tí tekur tað nakrar dagar.
Hann sigur, at valnevndin ofta tekur atkvøður, sum valstýrini á valstøðunum í fyrsta umfari hava vrakað, við aftur. Tí um eingin ivi er um, hvønn flokk viðkomandi hevur ætlað at valt, so telur atkvøðan við. Tí kann nógv broytast undir fínteljingini, og spennandi verður at vita, hvørt tað verður Andrias Petersen ella Dan Reinert Petersen, sum fara í tingið fyri Javnaðarflokkin komandi valskeið.