Hanky Panky The Show og Sámal Ravnsfjall í Café Natúr

Teir báðir Johan í Kollafirði og Eyðfinn Drewsen hava sett sær fyri av álvara at seta lív í Havnina. Nýggja sendingin á Rás2, Hanky Panky The Show, er hvørt fríggjakvøld send live úr Café Natúr.

 

» - Hanky Panky The Show er ein sending frá einari svunnari tíð. Eini tíð, har ið menn vóru menn og konur vóru konur. Hanky Panky sigur manntal, landsstýrismenn og løgtingsmenn. Hanky Panky sigur Babes og ikki vakrar kvinnur. Hanky Panky er sendingin og staðið, har alt er loyvt uttan politisk korrektheit.«

 

Soleiðis skrivar Café Nátúr um fríggjakvøldssendingina, »Hanky Panky«, sum verður send á Rás2 ? úr Café Nátúr.

 

Hvørt fríggjakvøld verður Café Natúr umskapað, tá ið Hanky Panky The Show fer í luftina.

 

- Lurtarar og gestir á Café Natúr verða bodnir inn í ein heim, har einki er ómøguligt. Skattajaktir, sjómanstak, wet t-shirt kappingar, live tónleikur og buldur og brak er bara nakað av tí, sum er á skránni í Hanky Panky The Show, skrivar Café Na´tur.

 

- Saman skipa Hanky Panky The Show og Café Natúr fyri besta ballinum hvørt fríggjakvøld í vetur. Feiti tónleikurin og hugnaliga umhvørvið eru grundarsteinarnir undir einari veitslu, sum bara gerst betur og betur.

 

Hanky Panky The Show beinleiðis úr Café Natúr fríggjakvøldið.