Hangeland til Crystal Palace

Crystal Palace hevur skrivað sáttmála við fyrrverandi Fulham verjuleikaran, Brede Hangeland.

Crystal Palace hevur skrivað sáttmála við fyrrverandi Fulham verjuleikaran, Brede Hangeland.

 

Tað er eftir ein frían transfer, at Hangeland skiftir frá Fulham til Crystal Palace.

 

33 ára gamli Brede Hangeland fór frá the Cottagers, eftir fleiri enn seks ár, tá felagið flutti niður í the Championship seinasta kappingarár.

 

Norski liðskiparin hevur skrivað undir ein eittára sáttmála við Crystal Palace og segði við heimasíðuna hjá felagnum, at hann var ovurfegin.

 

- Alt tað, eg havi hoyrt um hetta felagið - venjarin, spælararnir, starvsfólkið - hevur bara verið gott, og eg havi sæð tað sjálvur í morgun, sigur Brede Hangeland.

 

Hangeland hevur spælt fleiri enn 270 dystir fyri Fulham, eftir at verandi venjari hjá enska landsliðnum, Roy Hodgson, keypti hann frá FCK í januar 2008.

 

Hangeland hevur eisini spælt 91 landsdystir fyri Noreg.