Hang teg sjálvan upp

Dámar tær listina hjá Andy Warhole og Roy Lichtenstein? Nú kanst tú sjálv gerast eitt listarverk í teirra anda.

Send eina mynd av tær sjálvari til spanska Novapop, og umleið tríggjar vikur seinni kemur listarverkið av tær sjálvum við postinum. Ymiskar støddir eru at velja ímillum - minsta er 30 x 40 centimetrar og kostar umleið 600 krónur. Størsta er 100 x 135 centimetrar og kostar umleið 1200 krónur. Farið inn á heimasíðuna www.novapop.com og lesið meira.