Handverksmeistarar settir í skrá

Hevur tú ætlanir um bygging, umvæling, viðlíkahald ella annað, eru allir handverksmeistarar við útbúgving og sveinabrævi settir í skrá hjá Vinnuhúsinum. Við nýggju veitaraskránni hjá Vinnuhúsinum, er nú lættari at finna og fáa samband við handverksmeistarar, ið eru limir í Føroya Handverksmeistarafelag.

Í dag er nýggj veitaraskrá leysgivin á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, industry.fo. Veitaraskráin er ætlað at vísa hvørjir meistarar eru limir í Føroya Handverksmeistarafelag og hvussu tú fært samband við teir við telefon ella telduposti.

Treytir fyri at gerast limur í Føroya Handverksmeistarafelag er at viðkomandi hevur útbúgving og sveinabræv á sínum fakøki. Hetta eigur at vera ein trygd fyri at kundin fær arbeiði gjørt til lítar av fakfólki.

Kelda: Vinnuhúsið