Fríggjadagin læt upp ein søluframsýning í Smiðjuni. Tað eru Marita Guttesen og Tóra Bærentsen, ið hava framsýning við bundnum pløggum, ið tær hava sniðgivið og evnað til
Tær hava millum annað verið við á framsýningum á Gluggaglæmu, Ribarhúsi, Norðurlandahúsinum og í Íslandi. Felags fyri tær er, at tær leggja dent á snið, litsamanseting og góðsku.
Framsýningin í Smiðjuni er opin í dag frá kl 15 til 18 og mánadagin og týsdagin frá kl 15 til 19.