Tað vóru tveir handverkarar, sum av óvart fingu sett alarmin á Glasi í gongd í nátt.
Tummas Pauli av Reyni, átaksleiðari hjá sløkkiliðnum, greiðir frá, at tveir handverkarar høvdu verið til arbeiðis á Glasi í nátt, har teir ivaleyst høvdu skorið okkurt rør, sum so fekk gongd í brandalarmin.
Talan var sostatt ikki um brek í skipanini, tí brandalarmurin gjørdi tað, sum hann skuldi.
– Tann allarminsti roykurin setur følaran í gongd. Júst alarmurin á Glasi er mær vitandi tann mest framkomni brandalarmurin í Føroyum, tí hann hevur bæði sprinklaraskipanir og følarar. Nakrir følarar eru eisini optiskir, tað vil siga, at teir síggja, og teir kunnu merkja lukt. Summir eru settir upp til at vera í einum køki, so at teir vita, at har er meira av royki.
– Tað, sum er vanligt, tá handverkarar eru til arbeiðis, er, at teir boða sløkkiliðnum frá. So kemur ein maður framvið, sum umsitur skipanina, og teir kunnu sláa følararnar frá, har sum handverkararnir arbeiða. Tað var so ikki gjørt í hesum førinum, sigur Tummas Pauli av Reyni, og leggur aftrat, at handverkararnir tosaðu ikki føroyskt.
Tá ein tílíkur alarmur fer í gongd, er einki annað hjá sløkkiliðnum at gera enn at taka tað í álvara, ger Tummas Pauli av Reyni greitt.
– Eg fari út sum átaksleiðari, og so kemur tað, sum vit kalla sproytan, á staðið. Tað er ein bilur við allari útgerð, og sum hevur seks mans í, sigur Tummas Pauli av Reyni.
Tá teir komu niðan á Glas og sóu, at eingin eldur var at síggja, var neyðugt at finna orsøkina til alarmin, og tað tók millum 15 og 20 minuttir, áðrenn átaksleiðarin kundi tryggja, at talan var um royk frá handverkarunum, og at alt annars var, sum tað skuldi vera.