Handverkararnir vísa samhuga

Enn eitt fakfelag vísir sín stuðul til sjúkrarøktarfrøðingarnar

Landsfelag Handverkaranna hevur fyri løtu síðan sent fjølmiðlunum eitt samhugalýsing til fjølmiðlarnar, har felagið vísir á, at tað stuðlar sjúkrarøktarfrøðingunum í verkfallinum.


Fakfelagið vísir eisini á, at tað ikki er í lagi, at eitt fakfelag skal leggja støði fyri restina av fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum.


Yvirlýsingin er fylgjandi:


Landsfelag Handverkaranna (LFH)vil hervið stuðla felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í teirra lønarkrøvum mótvegis Fíggjarmálaráðnum.


Eitt fakfelag eigur ikki longur einsæris at kunna samráðast um lønarkarm fyri øll hini fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum.


LFH vil heita á Fíggjarmálaráðið um at seta seg samráðingarborðið aftur og geva Sjúkrarøktarfrøðingum tað løn, tær hava krav uppá í mun til teirra útbúgving


Vegna nevndina
Danial Pauli Djurhuus,formaður