Handverkararnir farnir til samráðingar

Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna eru í hesum døgum í samráðingum við arbeiðsgevararnar um nýggjan sáttmála. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag umboða arbeiðsgevararnir í samráðingunum.


Vinnuhúsið upplýsir á heimasíðuni, at samráðingarnar eru byrjaðar og at partarnir handaðu hvørjum øðrum síni krøv í farnu viku.


Eftir ætlan skulu partarnir hittast aftur við samráðingarborðið seinni í vikuni, tá teir hava fyrireika seg til krøvini hjá mótpartinum.


Nýggi sáttmálin skal avloysa gamla sáttmálan, ið partarnir blivu samdir um 7. november 2016. Gamli sáttmálin gongur út 1. oktober.