Handverkarar vilja heldur hava ein nýggjan sáttmála

? Vit skulu til botns í spurningin um tað ber til at gera ein sáttmála uppa hálsin á einum felag, sum frammanundan hevur boðað frá, at tað ikki vil vera umfatað av honum

?Tá ið arbeiðsgevarar av sínum eintingum bjóða mótpartinum meiri í løn, átti tað at sagt eitt sindur.

Eyðfinn Petersen, formaður í Havnar Handverkarafelag hevur ikki stór-vegis viðmerkingar til at meistararnir nú bjóða handverkarum meiri í løn.

Men hann heldur, at tað er nokk so hugvekjandi, at meistararnir av sínum eintingum bjóða handverkarum meiri í løn.

? Hetta kann ikki merkja annað enn ein ásannan av tí, sum vit hava sagt alla tíðina: At fýra ára sáttmálin frá 1997 var heilt burturvið.

Eftir tí sáttmálanum skuldi lønin ikki hækka upp í meiri enn 88,02 kr. um tíman tá ið sáttmálaskeiðið varð endað.

? Nú hava so sjálvt meistararnir ásanna, at sáttmálin var burturur úr vón og viti.

? Men tá ið teir hava ásanna tað, kundu tað einsvæl verið felt niður í ein nýggjan sáttmála.

Eyðfinn Petersen sigur, at tað er onki skil í at tvíhalda um, at sáttmálin var rættur, samstundis sum gerðirnar vísa, at tað verður ásannað, at tað var skeivt.

Hann sigur, at endamálið við hesum sáttmálanum var, at tað skuldi fáast trygg viðurskiftini í handverkaravinnuni.

Men royndirnar hava víst, at sáttmálin hevur skapt alt annað enn tryggleika. Hann hevur tvørturímóti elvt til ótryggleika so tað munar, tí størsta handverkarafelag í landinum hevur ongantíð viðurkent hann.

Og Havnar Handverkarafelag sigur, at felagið vil framvegis hava nýggjan sáttmála. Vit halda, at vit hava krav uppá at fáa ein nýggjan sáttmála, tí vit fingu ikki rætt at samráðast.

?Størsta handverkarafelagið slapp ikki við í samráðingarnar um sáttmálan. ? Og vit boðaðu frammanundan frá, at vit vildu ikki verða umfatað av honum.

? Tí vilja vit framvegis hava nýggjan sáttmála.

Eyðfinn Petersen sigur, at í Havnar Handverkarafelag vilja tey til botns í spurninginum um tað ber til at gera sáttmála uppá nakkan á einum felag, sum frammanundan boðar frá, at tað vil ikki vita av honum. Hann sigur, at málið gongur sína gongd, um enn at myllan melur seint. Men vit gera alt fyri at loysa málið í sátt og semju, sigur Eyðfinn Petersen.