Handverkarar spurdir

Handverkarar, sum avlærdir eru seinastu tíggju árini fáa nú sendandi spurnablað, har teir skulu svara ymsum spurningum, sum hava við verandi útbúgvingaskipan at gera

Spurnarkaning


Yrkisdepilin hevur sent út spurnarbløð til handverkarar, sum avlærdir eru í tíggjuáraskeiðnum 1993 til 2002. Endamálið er at kanna, hvat teir halda um verandi útbúgvingarskipan.
Spurningarnir, sum settir verða, fata millum annað um skúlagongd, lærupláss og arbeiðsumstøður, sigur Yrkisdepilin í tíðindaskrivi, sum sent varð út um dagarnar.
Spurt verður eisini um aldur kyn, yrkisgrein og búðstað hjá læruplássinum, verður sagt í tíðindaskrivinum. Serliga er depilin áhugaður í at vita, hvat lærlingurin heldur um eitt nú skúlaskeiðini, lærutíðina og býtið millum lærutíð og almennar lærugreinar, stendur í tíndaskrivinum.
Kanningin, sum nú verður gjørd, er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum, og vónar yrkisdepilin, at hon fær góða undirtøku, so úrslitið kann gerast so eftirfarandi sum gjørligt. Niðurstøðurnar frá kanningin skulu ætlandi brúkast sum grundalag undir kjakinum um yrkisútbúgvingarskipanina.
Tað skal ganga skjótt nú, tí seinasta freist at lata spurnarblaðið inn aftur er longu í ovurmorgin tann, 14. mars.
Úrslitini av kanningini verða løgd fram á árliga yrkisfundinum hjá Yrkisdeplinum. Hesin verður í ár hildin tann 26. mars