Handverkarar roykja mest

Næstan triði hvør handverkari festir sær í regluliga

25 prosent av føroyingum siga, at teir roykja dagliga ella av og á. 

Tað vísir árliga heilsukanningin, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Fólkaheilsuráðið.

Gongdin seinnu árini hevur verið, at alt fleiri føroyingar roykja, men framvegis verður ein fjórðingur roknaður sum roykjarar.

Heilsukanningin hevur bólkað roykjararnar eftir útbúgving, og hetta yvirlit vísir, at fólk við handverkaraútbúving roykja mest – næstan triði hvør handverkari festir sær regluliga í.

Fólk, sum bert hava grundskúlaútbúgving, eru næststørsti roykjarabólkur – 31 prosent av teimum roykja. Síðani koma tey við miðnámsútbúgving – 29 prosent av teimum roykja. 

Yvirlitið vísir, at tess longri útbúving fólk hava, tess minni roykja tey. Bert 10 prosent av teimum, sum hava 6 ára og longri útbúgving, roykja regluliga. 

530 fólk vóru við í heilsukanningini hjá Fólkaheilsuráðnum.