Handverkarar mótmæla harðliga

Formaðurin í Føroya Handverkarafelag, Eyðfinn Petersen, skýrir avgerðina hjá fíggjarmálaráðharranum at vera "køld spekulatión"

Formaðurin í Føroya Handverkarafelag er rætt og slætt í øðini inn á avgerðina hjá Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, at skerja frádráttin hjá handverkarum, ið arbeiða uttanlands.

?Tað er heilt ótrúligt, at landsstýrið kann finna upp á at skerja frádráttin so ógvusliga. Eitt nú verður sagt í tíðindaskrivinum, at tað mangla handverkarar í Føroyum. Hetta er nakað øgiligt møsn. So vítt eg veit, hava vit 41 arbeiðsleysar handverkarar skrásettar í ALS, sigur Eyðfinn Petersen.


Ússalig tøkk

Eyðfinn Petersen heldur, at hetta er ússalig tøkk til teir mans, sum fóru av landinum, tá harðast stóð á. Í staðin fyri at gerast ein byrða í eini illa sperdari arbeiðsloysisskipan tjentu handverkarar uttanlands pengar til føroyska samfelagið.

? Føroyskir handverkarar uttanlands eiga sanniliga sín lut í, at tað nú gongur upp eftir í samfelagnum. Hóast skattamyndugleikarnir ikki hava fingið pengarnar, so eru teir kortini endaðir í føroyska samfelagnum ? hjá frisørum, mathandlum o.s.fr.

? Og tá er vert at leggja til merkis, at hetta eru ikki studningspengar. Talan er um óspiltar pengar, sum koma beinleiðis í føroyska húsarhaldið, sigur Eyðfinn Petersen.


Hyggja aðrar vegir

Eyðfinn Petersen sigur, at Føroya Handverkarafelag fer at hyggja eftir øðrum møguleikum, nú frádrátturin til handverkarar, ið arbeiða uttanlands, fer niður á 300-400 krónur um dagin.

? Tað finst ein skipan, har tú fært 400 krónur fyri kost og 500 krónur fyri bústað um samdøgrið (fyrstu 28 dagarnar), tá virkið senda fólk út um Føroyar í arbeiðsørindum. Hetta er ein skipan, ið landsstýrismenn eitt nú kenna ágóðan av, tá teir eru í arbeiðsørindum. Vit fara at royna um, tað ikki eisini ber til at hava føroyskar handverkarar undir hesi skipan ? ikki minst út frá tí sannroynd, at politikarar treyðugt vilja skerja sínar egnu rættindini. So sluppu føroyskir handverkarar undir ta skipanina, hevði so um ikki annað valdað friður, sigur ein heldur speiskur Eyðfinn Petersen við Sosialin.

Hóast Føroya Handverkarafelag er í øðini inn á nýggja stigið hjá føroyska skattamálaráðharranum, so fær Karsten Hansen tó rós fyri at hava vent sær til handverkarafelagið og biðið um teirra viðmerking, áðrenn endaliga avgerðin varð tikin.

? Hetta er ið hvussu er nakað nýtt, sigur Eyðfinn Petersen,